Veturin kom við kulda og kava

 

Veturin kom við kulda og kava,

ringt er hjá seyðinum, hart er at skava,

kalt er í berligum bóli.

Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir,

burtur úr túninum hundurin rýmir,

inni situr kúrandi Óli.

 

Gler er í á og skalvur í brekku;

rínur og hvínur í hvørjari sprekku;

Óli er grammur í huga,

situr og hugsar um summar og gleði,

fuglur var kátur, og lambið var fegið;

nú hómast ikki ein fluga.

 

Omman á bríkini sigur frá søgum,

abbin úr fjøruni kemur við øðum,

oman kemur maður av Gørðum.

"Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!"

Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar.

Har kemur Klæmint við kørðum.

 

Hans A. Djurhuus